Innandura
skatepark
í Tórshavn

Vælkomin til
Bakkalao skatepark

Skateparkin í Bacalao er ein innandura skatepark, sum verður rikin av sjálvbodnum. Skateparkin er gjørd soleiðis, at tú kann standa á skateboard, rulliskoytum, rennihjóli og súkkla við BMX. 

Tú fært ein lykil frá okkum, so skjótt tú hevur goldið fyri limagjald. Og tú kann brúka høllina hvønn dag frá kl. 8:00 til kl. 22:00. 

Upplatingartíðir

Skateparkin hevur opiđ hvønn dag frá kl 08:00 – 22:00

Høllin er leiga út hesa tíðir í vikuna

Mánadagar kl. 13:00 – 15:00
Týsdagar Kl. 14:00 – 16:00
Mikudagar kl. 15:00 – 16:30
Hósdagar kl. 13:00 – 14:00
Fríggjadagar kl. 14:00 – 16:00

 

Útgerð og
hentleikar

Skateparkin er bygd av serkønum innan skate-økið. Hetta merkir, at skateparkin livir upp til altjóða standard fyri skateparkir.

Yvirlit yvir, hvat er í høllini
  • Quarterpipes (hálvrampur) á 80 cm, 100 cm, 135 cm og 160 cm.
  • Funbox við tveimum rails (handlistum), ið bæði kunnu stillast í hædd ella takast vekk Vit hava eisini eina legde (breiður handlisti) við kantum.
  • Roll-in-bank (fløt rampa) á 150 cm.
  • Allar rampur hava grind-coping (stálrør) omaná.
  • Grindbox (glíðiboks), sum er 40 cm høg og 5 metrar long.
  • Grindbox, sum er 25 cm høg og 1,5 metur long.
  • Kicker (útlops-rampa), sum er 80 cm høg.
  • Kicker, sum er 40 cm høg.
Full 1
Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Full 1
Full 2
Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Full 2
Full 3
Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Full 3
Full 3
Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Full 3
Full 3
Full 3
previous arrow
next arrow

Limaskapur

Tú kann royna skateparkina ókeypis fyrstu ferð, tú vitjar. Hevur tú hug at halda fram, so hevur tú tveir møguleikar:

1) Tú kann gjalda 50 krónur, hvørja ferð tú brúkar skateparkina.

2) Tú verður limur í Skatefelagnum og kann brúka høllina hvønn dag frá 8:00 til 22:00

Vaksin

150 kr./mán.

Børn (undir 16 ár)

100 kr./mán

Sponsorar

betri_logo_rgb
logo

Samband

Bústaður

100 Vestara Bryggja
Tórshavn 100

Teldupostur