Viðtøkur

§ 1
Navn og heimstaður
Navn felagsins er Skatefelagið.
Heimstaður og tingstaður tess er Tórshavn.

 

§ 2
Endamál
Høvuðsendamál felagsins er at byggja eina uttanduraskatepark. Íðkan av skateboard, BMX, løbehjul og rulluskoytum, og serliga at menna ungdómin innan hesar ítrottargreinar. 

§ 3
Ungdómsarbeiði og menning innan ungdómsøkið er týðandi partur av endamálinum hjá Skatefelagnum. Hetta verður fíggjað við limagjaldi, stuðuli og fíggjarligum veitingum annars. Somuleðis er krav, at ungdómur er í nevndini.

 

§ 4
Limaviðurskifti

  1. Ein og hvør kann, við at venda sær til nevndina, gerast limur í felagnum.
  2. Limagjaldið verður ásett av nevndini. Nevndin kann áseta ymiskt limagjald fyri ymsar limabólkar.
  3. Limir, ið eru í eitt ára eftirstøðu við limagjaldinum, hevur nevndin heimild at strika.
  4. Limir, ið ikki halda viðtøkur felagsins ella á annan hátt standa felagnum í vegin, hevur nevndin heimild at strika.

§ 5
Fyriskipan
Fyri viðurskiftum felagsins skipa:

  1. Aðalfundurin

§ 6
Nevnd
Felagið verður stjórnað av nevndini, ið telur 5-8 limir. Nevndin er viðtøkufør, tá ið 2/3 av nevndarlimunum eru møttir. Allar avgerðir á nevndarfundi verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta, men stendur á jøvnum er atkvøða formansins avgerandi. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara.

 

Stk. 1
Val av nevndarlimum
Nevndarlimir verða valdir á aðalfundinum ella eykaaðalfundinum, soleiðis at tað altíð eru í minsta lagi fýra og í mesta lagi sjey persónar valdir í nevndina.

 

§ 7
Aðrar nevndir o. l.
Nevndin hevur heimild til at seta nevndir, arbeiðsbólkar, hjálparfólk, ráðgevarar o. l. at taka sær av pørtum av dagliga virkinum í felagnum.

 

§ 8
Peningamál og heimildir
Nevndin hevur øll peningamál um hendi. Allar avtalur so sum sáttmálar við sponsor-, lýsingar- og stuðulsavtalur skulu góðkennast av nevndini. Nevndin er ikki viðtøkufør uttan at meira enn helvtin av nevndarlimunum eru á fundi.

 

§ 9
Roknskaparárið
Roknskaparárið er frá 1. januar til 31. desember.

 

§ 10
Aðalfundurin
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins. Hann verður hildin í seinasta lagi 1. apríl á hvørjum ári. Fundurin skal lýsast við í minsta lagi 14 daga freist. Mál til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi eina viku innan fundin.
Innkomin mál skulu vera til taks fyri limirnar í so góðari tíð, sum tilber.

 

§ 11
Eykaaðalfundur
Ein meiriluti av nevndini kann kalla til eykaaðalfundar. Annars skal nevndin kalla til eykaaðalfundar, tá í minsta lagi 20 limir krevja tað, og samstundis boða nevndini skrivliga frá teimum málum, ið skulu viðgerast.

 

Stk. 1
Mannagongdin í samband við ein eykaaðalfund er tann sama sum við árliga aðalfundin.

 

§ 12
Um so er, at felagið heldur uppat, skulu ognir tess ganga til frama fyri alternativu ítróttina.