Privatlívspolitikkur
31-12-2020
Dátuábyrgd hjá Skatefelagið
Vit viðgera persónupplýsingar og hava tí samtykt hendan politikk, sum stutt fortelur tær, hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar.
Gjøgnumgangandi fyri okkara viðgerð er, at vit viðgera persónupplýsingar til ávís endamál og út frá lógligum áhugamálum. Vit viðgera einans persónupplýsingar, sum eru viðkomandi og neyðugar fyri at røkka ásettum endamálum, og vit strika tínar upplýsingar, tá tær ikki eru neyðugar longur.
Kontaktupplýsingar hjá dátuábyrgdaranum
Skatefelagið er dátuábyrgdari, og vit tryggja, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar í samsvari við lógina á økinum. Kontaktupplýsingar:
Kontaktpersónur: [Navn/nøvn á kontaktpersón(um)]
Bústaður: [Bústaður hjá felagnum]
V-tal: [xxxxxxxx]
Telefonnr.: [xxxxxxxx]
Teldupostbústaður: [xxxxxxxx]
Heimasíða: [xxxxxxxx]
Viðgerð av persónupplýsingum
Vit viðgera fylgjandi persónupplýsingar:
- Limaupplýsingar:
- Vanligar persónupplýsingar:
- Navn, kyn, bústað, tilmeldingardato, telefonnummar, føðidato, teldupostbústað, […]
- Persónupplýsingar, sum krevja hægri vernd:
- […]
- Upplýsingar um leiðarar og venjarar:
- Vanligar persónupplýsingar:
- Navn, bústað, telefonnummar og teldupostbústað
- Aðrar upplýsingar um álitispostar, aðrar leiklutir í mun til dátuábyrgdaran og peningastovnskontonummar
- […]
- Persónupplýsingar, sum krevja hægri vernd:
- P-tal
- Upplýsingar um revsiverd viðurskifti
- […]
Her fáa vit upplýsingar frá
Vanliga fáa vit bert upplýsing frá tær. Í nøkrum førum kann talan vera um aðrar keldur:
- Almennir myndugleikar, t.d. neyðugar skattaupplýsingar við útgjaldi av lønum
- Sersambondinum [navn á sersambandi] ella ÍSF, t.d. upplýsingar um karanatenu, skeiðvirksemi, skifti til annað felag
- […]
Endamálið hjá felagnum við viðgerðini av tínum persónupplýsingum
Vit viðgera tínar persónupplýsingar til greið ásett endamál, tá vit hava eina lógliga heimild.
Lóglig heimild til at viðgera er serliga:
- At viðgerðin er neyðug fyri at fylgja einum heimilaðum áhugamáli hjá felagnum, har áhugamálini hjá skrásetta ikki ganga framum
- At viðgerðin er neyðug fyri at halda eina avtalu við teg
- Viðgerð sum fylgi av lógarkrøvum
- Viðgerð við samtykki
Endamálini:
- Endamál við viðgerð av limaupplýsingum:
- Handfaring av limaskapi, undir hesum uppkrevjing av limagjøldum
- Gjøgnumføring av ítróttartiltøkum
- At liva upp til lógarkrøv
- Veitan av vørum og tænastum, sum limirnar hava bílagt
- Umsiting av limaskapi og relatiónini hjá limum yvir fyri dátuábyrgdaran
- […]
- Endamál við viðgerð av upplýsingum um leiðarar og venjarar:
- Handfaring av uppgávum og skyldum hjá leiðarum og venjarum hjá dátuábyrgdaranum
- Yvirlit yvir og betringar av royndum og førleikum, undir hesum skeiðsvirksemi
- At liva upp til lógarkrøv
- At útgjalda lønir o.a.
- Umsiting av relatiónini hjá leiðarum og venjarum mótvegis dátuábyrgdarum
- […]
Vit viðgera bara persónupplýsingar út frá lógligum áhugamálum
Í teimum førum vit viðgera tínar limaupplýsingar við støði í eini vigan av áhugamálum hjá okkum sett upp ímóti áhugamálum hjá tær sum skrásetta, vil viðgerðin einans vera motiverað av lógligum áhugamálum sum t.d.:
- Útinnan av ítróttaraktivitetum, undir hesum liðuppstillingar, innanhýsis listar av úrslitum osv.
- Handfaring av tínum rættindum sum limur í felagnum
- Innkrevjing av limagjaldi
- Fyriskipan av sosialum tiltøkum í felagnum
- Brúk av støðumyndum tiknar í felagnum í sambandi við ítrótt ella sosialan aktivitet í felagnum
- Víðarilating av tínum vanligu persónupplýsingum til ser- ella menningarsambandið [navn á Sambandinum] ella til ÍSF
- Vit atliti til kontaktmøguleikar kunnu tað fyri børn og ung undir 18 ár eisini viðgerast upplýsingar um foreldrini
- […]
Samtykki
Oftast vil okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum vera grundað á aðra heimild enn samtykki. Vit innheinta tí bert títt samtykki, tá tað er neyðugt fyri at viðgera tínar persónupplýsingar til tey endamál, sum eru lýst niðanfyri.
Um vit innheinta samtykki frá tær, er tað sjálvboðið, hvørt tú vilt geva okkum hetta, og tú kanst til eina og hvørja tíð trekkja títt samtykki aftur við at geva okkum boð um hetta.
Tá vit innheinta persónupplýsingar um børn og ung, gera vit eina meting av, um barnið sjálvt er ført fyri at geva neyðugu upplýsingarnar. Um ikki, so innheinta vit samtykki frá einum foreldri. Okkara aldursmark fyri hesum er í útgangsstøðinum 15 ár.
Víðarilatan av tínum persónupplýsingum
Í sambandi við ítróttaraktivitet lata vit upplýsingar víðari um luttøku og úrslit til viðkomandi ítróttafelagsskapir.
Víðarilatan av upplýsingum um leiðarar og venjarar fer í viðkomandi vavi fram til ítróttafelagsskapir, sum felagið er limur í.
(T.d: Viðkomandi upplýsingar um leiðarar og venjarar kunnu verða latnar víðari til ítróttafelagsskapir, sum felagið er limur í)
Vit geva ikki persónupplýsingar víðari til fyritøkur til marknaðarføring uttan títt samtykki.
Goymsla og strikan av tínum persónupplýsingum
Vit hava ymisk viðgerðarendamál og goymslutíðir alt eftir, um vit viðgera tínar persónupplýsingar sum lim í felagnum, sum sjálvboðin leiðari ella venjara, ella sum løntur leiðari ella venjari.
Limir:
Vit ynskja at goyma tínar persónupplýsingar í eitt tíðarskeið frá tí, at limaskapurin heldur uppat og av hesum orsøkum:
- Av praktiskum og umsitingarligum áðum goyma vit tínar vanligu upplýsingar í upp til [3 ár] eftir kalendaraárið fyri tína útmelding av felagnum
Óløntir leiðarar og venjarar:
Vi ynskja at goyma tínar persónupplýsingar í eitt tíðarskeið, frá tú steðgar við tínum virksemi í felagnum av hesum orsøkum:
- Av praktiskum og umsitingarligum atlitum goyma vit tínar vanligu limaupplýsingar í upp til [1 ár] eftir, at títt virksemi í felagnum er hildið uppat
Løntir leiðarar og venjarar:
Vi ynskja at goyma tínar persónupplýsingar í eitt tíðarskeið, frá tú steðgar við tínum virksemi í felagnum av hesum orsøkum:
- Bókhaldsskjøl, undir hesum lønarskjøl, skulu goymast í 5 ár frá endan av roknskaparárinum, sum skjalið viðvíkur
- Aðrar viðkomandi upplýsingar til uppfylging og støðutakan viðv. møguligum krøvum verða goymd í [5 ár] eftir, at arbeiðið er hildið uppat
Vit goyma tó upplýsingar um bæði limir, leiðarar og venjarar til hagtøl og líknandi, so leingi tey hava eitt søguligt virði.
Tíni rættindi
Tú hevur eina røð av rættindum sambært lóggávuni, tá vit viðgera persónupplýsingar um teg:
- Rætturin til at verða kunnaður um viðgerðina av tínum upplýsingum
- Rætturin til innlit í egnar upplýsingar
- Rætturin at fáa skeivar upplýsingar rættaðar
- Rætturin at fáa upplýsingar strikaðar
- Rætturin til avmarkaða viðgerð
- Rætturin til dataflutning
- Rætturin at mótmæla
Tú kanst gera brúk av tínum rættindum við at venda tær til okkum. Sí kontaktupplýsingar ovast.
Tú kanst eisini altíð klaga um viðgerðina til Dátueftirlitið.
Endurskoðan av privatlívspolitikkinum
Vit taka okkum rættin til at gera broytingar í hesum politikki, tá vit meta tað neyðugt. Í sambandi við broytingar vil dagfestingin ovast á skjalinum verða broytt. Tann til eina og hvørja tíð galdandi privatlívspolitikkur í felagnum verður at finna á heimasíðu felagsins. Við týðandi broytingum fáa limir og aðrir persónar í felagnum beinleiðis boð.